Vit í Import.fo halda at einans við røttum góðkenningum, DVC, ISO og standardiseringum, gjøgnum alt framleiðsluliðið kann kundin vera vísur í at hann fær tað bestu góðskuna, í øllum tilfarinum, hvørja ferð hann keypir.
Vit kenna jú øll dømir frá t.d. trævindeygum, har eitt vindeyga er rotið eftir stuttari tíð, og eitt annað er í góðum standi, hóast bæði eru gjørd samstundis. Hetta kemst av at ongin góðsking er til træið, sum vindeyga verður framleitt úr, tað vil siga at tilvildin ræður.
Rætti framleiðarin, rættar góðkenningar, røttu góðskuna, góðar og tryggar avtalur, síðani ein minimal umsiting. Soleiðis tryggja vit at vøran er.
Sum heitið sigur, eru hetta vindeygu, ið verða seld “her og nú”. Hetta eru vindeygu vit hava á goymslu, av ymsum áðum, t.d. ov nógv bíløgd og annað. Vindeyguni eru í fínasta standi og verða seld við stórum avslátturi. Prísur, íroknað...