Storm vindeyguni fáast í øllum sniðum, støddum og litum. Tey kunnu fáast sum síðuhongd, topphongd og topstyrt.

Komposit (Víðarimenning av plast)

Komposit vindeygað er framhald av plast vindeyganum, sum fólk kenna. Komposit er plast, ið verður blandað við glasfipuri.

Samanbera vit plast og komposit, so er komposit sterkari, bjálvar betur og heldur longur. Komposit verður m.a. brúkt í Formel 1 bilum og flogførum.

Komposit vindeygu hava 3 dupultan pakning. Henda menning tryggjar, at tá ið vindeygað er afturlatið, eru besløg og metall inni í vindeyganum, vard millum uttasta og innasta pakning og sleppa tí undan árini frá vindi, regni og sjóroki. Tað ger eisini, at feittið, ið vindeygað verður smurt við, ikki tornar og/ella slítist burtur.

Kundi tú hugsað tær at sæð og hoyrt meiri um Storm-vindeygað, so ert tú vælkomin at vitja framsýning okkara á Skotarók í Havn.

Ynskir tú at vita meiri um bjálvingarvirðið o.a. á okkara Storm Vindeygað er ein faldari um tey niðanfyri.

Rustfrí, hita galvaniserað og onnur viðgerð... alt metal rustar í Føroyum, við tíðini. Tí er um at verja besløgini, sum mest, móti vindi, regni og tí salti vit hava í luftini. Hetta tryggjar eisini, at feittið verður sitandi á besløgum o.ø. Veðrið er tað ið ger, at feittið, við tíðini slítist burtur.

Topp og síðuhongd fáast við aluminium hongslum og rustfríðum tappi.

Bert hugflogið setur avmarkingarnar tá talan er um snið og hvussu tað skal opna.

Sprossar
Um tú velur at hava sprossar, og hvat slag av sprossum tú velur, hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum. Okkara kompositvindeygu fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og/ella álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 60 mm, meðan teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 44 mm.
Postarnir eru 60 mm.

Storm Vindeygað veitir 10 ára trygd!

Sí annars meiri í Storm faldarinum.

Storm vindeygað faldari.pdf   Storm Vindeygað faldari






 

Storm Vindeygað Sp/f c/o Toni Dam

Postboks 3070 
Skótarók 3 
FO-110 Tórshavn

Tlfnr:: +298 321 521 
Faxnr.: +298 321 421 
Email: import@import.fo 

Opið er: 
Mán. til frí. 08.00 - 13.00 
Annars eftir avtalu. Ring :) 
HER ERU VIT (KORT)


Tíðindi

Síggj okkara úrval av vindeygum og hurðum ið verða seld til NETTO prísir

 Her og nú tilboð. Netto prísir 
Vindeygu og hurðar á lagri fyri NETTO prísir