Garanti

Storm Vindeygað veitir 10 ára trygd, sum fevnir um:

• døgg millum rútarnar



• rotskaðar (treytað av, at vit veita liðugmálað vindeygu).



• at viðurin skjýtur seg og fer sundur í límingini.



• brek á besløgum.



Trygdin ber við sær, at vit:



• útvega nýggjan rút, skuldi døgg komið millum rútarnar.



• útvega nýggjar lutir, um so er, at teir ikki kunnu rættast.



• útvega nýggjar beslagvørur fyri tær, sum ikki virka.



Vegleiðing til ísetan og viðlíkahald verður send tygum, tá tú keypur.

Storm Vindeygað Sp/f umboðar DVV-merkta vøru. (”Forhandler af DVV-mærkede produkter”)