Sjálvreinsandi glas
Import.fo kan eisini bjóða sjálvreinsandi termorútar.
Ein Activ termorútur hevur tann eginleikan, at hann er sjálvreinsandi og er tískil væl egnaður til støð, har ringt er at koma framat. Tað einasta, ið krevst fyri at rúturin skal vera virkin, er dagsljós og regn. Dagsljósið gerð rútin activan og regnið skolar skittin burtur.
Tá ið rúturin er monteraður, ganga nakrir dagar, áðrenn hann verður virkin. Hettar er tí, at rúturin skal aktiverast av UV strálum, ið koma frá sólini/dagsljósinum.
Hvat hendur um tað ikki regnar í eitt tíðarskeið?
Undir vanligum umstøðum, blíva vindeyguni rein av regninum ella um mann spular tey. Men er tað eitt tíðarskeið, har tað er turt í langa tíð, kann vera neyðugt at vaska vindeyguni við mildari sápu og einum bleytum klúti.