+298 321 521
Storm Vindeygað Sp/f er ein nútímans fyritøka sum samstarvar við framleiðarar á altjóða marknaðinum. Av tí at Import Sp/f hvørki hevur pakkhús, lastbilar, vørugoymslur e.a. verða vørurnar fluttar beinleiðis til kundan. Tað merkir, at kundin fær vøruna bíligari, tí hann sleppur undan hesum útreiðslunum.
Kappingin er hørð á altjóða marknaðinum og hetta er til stóran fyrimun hjá keyparanum. Góðska, úrval og prísir verða dagførd allatíðina.
Gamla myndin av handilsmanninum á horninum er tíðanverri við at hvørva. Hetta tí at samskiftið og flutningsviðurskiftini eru so góð í dag. Ikki er neyðugt at øll, ið selja somu vøru, skulu liggja inni við hvør sínari goymslu, hvør sínum bilum, handilsbygningum, skrivstovum o.s.fr.
Størri og størri partar av handilsviðurskiftunum verða greidd á alnótini. Og hetta hevur við sær, at handilsviðurskiftini verða ópersónlig. Tí hevur Storm Vindeygað Sp/f valt at gera nakað burturúr at vísa, hvør persónurin aftan fyri fyritøkuna er. Storm Vindeygað Sp/f roynir at tengja saman tað sambandið ið vit kenna frá keypmanninum á horninum og kundan, við allar teir hentleikar sum nútímans kunningartøkni kann bjóða. Samstundis sum at vit útvega bestu og bíligastu vøruna beinleiðis frá framleiðaranum, óansæð hvar í heiminum hesin er, geva vit keyparanum tann tryggleika, ið liggur í at keypa frá eini fyritøku har tú hyggur í eyguni á keypmanninum.
Kundin skal vita, hvør persónurin er, sum hann keypir frá, og samskiftir við. Velur hann at keypa frá Storm Vindeygað Sp/f, fær hann eina vøru, ið vit persónliga kunnu standa inni fyri, hvat viðvíkur góðsku; eisini fara vit persónliga at syrgja fyri, at kundin fær eina so góða tænastu sum møguligt.
Endamálið verður altíð at fáa eina støðu har bæði kundin og vit eru nøgd.
Storm Vindeygað Sp/f hevur drúgvar royndir á innflutningsøkinum, og harafturat hava vit góðar avtalur og samstarvsfelagar í flutningsvinnuni. Hetta, saman við háttinum, fyritøkan verður rikin á, ger, at vit til eina og hvørja tíð kunna standa við góðsku og prís á tilfari og vørum vit kunnu bjóða. Í løtuni eru 5 fólk knýtt at fyritøkuni – øll serkøn á sínum øki - og vit fevna um alt landið. Hetta er neyðugt, tí at Storm Vindeygað Sp/f spennir yvir størri og størri økir.
Toni Dam eigur og rekur fyritøkuna Storm Vindeygað Sp/f. Ynski er at fáa nógv góð ár afturat her á oyggjunum. Hetta kann bert lata seg gera við støðugt at skapa nøgdar kundar.
Vinarliga
Toni Dam
© 2023 import.fo. All right reserved.